The Signs of Times d. 18. november 1903

Tilbaká

Virkin bøn

Virkin bøn

Bøn er ikki ein háttur at bøta fyri synd. Hon er ikki bót. Okkum nýtast ikki at koma til Gud sum glata ránsfólk, tí Kristus hevur goldið revsingina fyri brot okkara. Hann hevur fingið til vega sátt fyri okkum. Blóð Hansara reinsar frá allari synd.

Bønir okkara eru eins og brøv send av jørðini, sum stílað eru til Faðir okkara í himli. Tær bønirnar, sum fara upp frá sonnum, eyðmjúkum hjørtum, náa vissuliga upp til Hann. Hann sær hvørt ættleiddu børn Hansara eru falsleys. Hann harmast okkara veikleikar, og styrkir okkum í veiku støðuni. Hann hevur sagt, "Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin."

Nógv í mannafamiljuni vita ikki hvat tey eiga at biðja um. Men Harrin er góður. Hann hjálpir í veikleikunum við at geva teimum orð at siga. Tann, sum kemur við halgum ynskjum, hevur frítt at koma til Faðirin um Kristus, millumgongumann okkara. Bønirnar, sum verða lagdar í Frelsarans gylta roykilsisílat, ið Hann vann, góðtakast af Faðirinum.

Gloym ikki at øll lyftini í orði Guds eru til okkara. Legg Jehovas lyftisorð fram í tínar bønir, og krev so eftir lyfti hansara. Orð hansara er trygdin fyri at tú skalt fáa andaliga signing, tá ið tú biður í trúgv. Bið áhaldandi, og tú vilt ovfarast av at fáa ríkiliga, og meira enn alt tað, sum tú fært biði um ella hugsa tær. Ven teg bara við eitt óavmarkað álit á Gud. Kasta allar tínar ekkar á Hann. Bíða Honum síðani í toli, og Hann vil gera tað.

Vit skulu ikki koma sjálvrættvís fram fyri Gud, men í eyðmjúkleika, ímeðan vit ihra syndir okkara. Hann er veldigur at hjálpa, og vil gera meira fyri okkum enn vit duga at biðja ella hugsa okkum. Hann hevur yvirflóð himmalsins at fylla okkara tørvir við. "Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá." Gud er heilagur, og "menninir skulu allastaðni biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur uttan vreiði og trætu."

Vit skulu biðja i navni Kristusar, vælgera okkara. Bønir hava virði bara tær verða sagdar í navni hansara. Hann hevur bygt brúgv um syndagjónna. Ígjøgnum sítt sáttaroffur hevur hann bundið tey trúgvandi til seg sjálvan og Faðirin. Og heldur ikki er nakað annað navn undir himli, sum vit skulu verða frelst við. Gud er kongur okkara, og vit eru tegnar hansara. Einans at kenna til vilja hansara, tekur ikki burtur tað neyðuga við at bera fram sannar bønir um hansara hjálp; ella neyðuga ídni til at vera lóg hansara lýðin og samstarva við hann, tá ið umræður at fáa bønarsvar. Á tann hátt verður ríki hansara stovnað í hjørtum okkara. «Leitið til Harran, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær! Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendið við til Harran, so skal Hann miskunna honum ¾ til Gud okkara, tí Hann skal ríkiliga fyrigeva.»

Vit skulu fyrst "søkja Guds ríki og rættvísi hansara." Vit skulu ikki einans vera tilreiðar at taka ímóti signingunum, sum Gud vil úthella til tey, sum søkja hann av heilum huga, hjartaliga og satt. Vit mega eisini halda hjartað opið, um vit vilja taka ímóti náði Kristusar.

Vit skulu ikki halda prædikur fyri Harranum í bønum okkara. Okkum nýtist ikki at siga honum frá um okkara lívssøgu. Vit eru ikki før fyri at siga honum nakað, sum hann ikki frammanundan veit. Hann kennir okkara innastu tankar. Hvørt loyndarmál er honum opinberað. Einki kann goymast fyri honum.

Eitt løgi málbrúk er óhóskandi at brúka í bøn, líkamikið um bønin er borin fram frá einum talarastóli, inni í familjuni ella í fráleika. Serliga við almennari bøn eigir ein at nýta eitt einfalt mál, soleiðis at onnur kunnu skilja hvat ein sigur, og soleiðis kunna gera felagsskap í bønini hjá einum.

Gud hoyrir bønirnar frá familjuni, og hvørt tær koma frá alsknum hjørtum. Jesus sigur: "Tí har sum tveir ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra."

Vanrøk ikki bønirnar í loyndum. "Men tú, tá ið tú biður ¾ far inn í kamar titt, lat aftur hurð tína og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær."

Vit skulu ikki ógvast so nógv av tankum um okkara syndir og lýtir, at vit halda uppat at biðja. Nøkur síggja sínar stóru veikleikar og syndir, og gerast mótfallin. Satan kastar sín myrka skugga á tey og Harran Jesus, teirra sáttaroffur. Tey siga, at tað er meiningsleyst at biðja. Mínar bønir eru so blandaðar við óndum tankum, at Harrin vil ikki lurta eftir teimum. Hesar ímyndanir koma frá Satan. Kristus møtti og stóð ímóti hesari freisting sum menniskja, og hann veit hvussu hann skal hjálpa teimum, sum freistast á hendan hátt. "Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Honum frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni."

Nógv, sum ikki skilja at ivin kemur frá Satan, gerast mótfallin og verða sigraði í bardaganum. Steðga ikki bønini fyri tað um tankarnir eru óndir. Um vit kundu biðið á ein rættan hátt í egnum vísdómi og egnari styrki, so kundu vit eisini havt liva rætt, og skuldu tá ikki havt fyri neyðini sáttaroffur. Men ófullkomn hvílir yvir alla mannaættina. Mælast skal til at venja sinnið soleiðis, at tú í øllum einfaldi kanst siga við Harran júst tað, sum tær nýtist. Tá ið tú flytir tína bøn fram fyri Gud og biður um fyrigeving fyri syndina, fer ein reinari og halgari dámur at umgirða teg.

Tá ið tú biður um gerandis signingar, so minst til at Harrin kanska sær, at bøn tín ikki er til títt besta ella at tað ikki er til Hansara æru at veita júst tað, sum tú longdist eftir. Men Hann fer at svara tínari bøn og at geva tær júst tað, sum er tað besta fyri teg.

Tá ið Paulus ynskti at fáa eina torn úr holdi sínum, svaraði Harrin ikki bøn hansara við at taka tornina, men við at geva honum náðina til at bera hesa royndina. "Náði mín," segði Hann, "er tær nóg mikið." Paulus gleddi seg um svarið til bøn sína, og segði: "Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær." Tá ið sjúk biðja um at fáa heilsuna aftur, svarar Harrin ikki altíð teirra bønum júst á tann hátt sum tey ynskja. Men eisini um tey ikki beinleiðis verða lekt, so kemur Hann til teirra og gevur teimum tað, sum hevur nógv størri virði, sum er náðina til at bera sína sjúku.

"Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki ¾ so skal hann verða honum givin. Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí hann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastaður av vindinum."

afsn nr:1
afsn nr:2
afsn nr:3
afsn nr:4
afsn nr:5
afsn nr:6
afsn nr:7
afsn nr:8
afsn nr:9
afsn nr:10
afsn nr:11
afsn nr:12
afsn nr:13
afsn nr:14
afsn nr:15
afsn nr:16